Tórshavn


4.1 ( 9171 ratings )
Rejse Nyheder
Forfatter: Hallo.fo
Gratis

Hetta er nýggjasta útgáva av appini hjá Tórshavnar kommunu, sum nú hevur fingið enn fleiri hentleikar.

Appin hevur 5 høvuðsvalmøguleikar:

· Tíðindi
· Kunning
· Tænastur
· Tiltøk
· Prei

Tíðindi og Kunning eru seinastu tíðindaskrivini og kunngerðirnar frá Tórshavnar kommunu.

Tænastur er eitt yvirlit yvir tænasturnar hjá kommununi. Nær er svimjihøllin opin, hvussu fái eg ruskposar, ella hvar kann eg leiga eina flaggstong? Um hetta og nógv fleiri tænastur hjá Tórshavnar kommunu ber til at fáa kunning um á Tórshavn app.

Finnur ein ikki tað, ið leitað verður eftir, ber til at nýta leitiskipanina.

Tiltøk er yvirlit yvir komandi tiltøk í Tórshavnar kommunu við skrá og aðrari viðkomandi kunning. T.d. fyri mentanarnáttina, summarsólstøður og ólavsøku.

Prei gevur borgarum møguleika at boða kommununi frá einhvørjum, ið mett verður at kommunun eigur at vita. Um borgari t.d. kemur fram á leka á vatnleiðing, ber til at taka eina mynd, fylla út upplýsingarteigarnar og senda kommununi myndina sum epost.

Torshavn app er í støðugari menning, og kann serliga væntast at tað fer at leggjast afturat í partinum Tænastur.

Tórshavn app verður umsitin av Snarskivuni. Eru viðmerkingar ella uppskot til broytingar, ber til at senda hesi á torshavn@torshavn.fo "